Hegga verður venjari komandi trý árini

07 Vestur og Jógvan Hendrik Svabo Samuelsen, ella Hegga, sum
vit kenna hann best, hava gjørt sáttmála fyri komandi trý kappingarárini. Hegga
skal standa fyri besta liðið felagsins, umframt at vera høvuðsungdómsvenjari.



 “07 Vestur skal vera
eitt felag fyri okkum í vesturøkinum. Nakað, vit kunnu gleðast um, savnast um
og vera errin av. Stóra arbeiði, ið verður gjørt í yngru deildunum skal nú
síggjast aftur í, at okkara leikarar skulu manna lið felagsins, eisini besta
liðið”, sigur Jarnhold Nattestad, formaður felagsins.



Hegga hevur verið venjari í felagnum í fleiri ár, bæði hjá
yngri liðum og á besta liðinum, bæði sum høvuðsvenjari og hjálparvenjari. Í ár
hevur Hegga staði á odda fyri okkara U16 dreingjaliðið, heilt í oddinum av
bestu dreingjadeildini, umframt at hava arbeitt við U15-landsliðinum.



Komandi venjarin hevur fingið til uppgávu, at byggja eitt
lið burturúr teimum leikarum, í hoyra til í vesturøkinum, í Vágum og
Norðurstreymoy.



“Vit ynskja at okkara ítróttarligu mál skulu røkkast, vit
hava ein ítróttarligan stoltleika og vilja vinna hvønn dyst”, sigur formaðurin,
“men skal felagnum vera lívi laga, skal byggast breitt, við framtíðini fyri
eyga”.



07 Vestur luttók í ár við út við 30 liðum og er tískil
millum størstu feløgini í landinum. Felagið gjørdi eina royndaravtalu við SÍ og
SÍF í fjør, har 07 Vestur yvirtók aldursbólkarnar frá 12 og niður. Hendan
avtalan varð gjørd endalig í vár, og 07 Vestur skal framyvir varða av øllum
liðunum í Sandavági og Sørvági.



“Stóra undirtøkan í yngru deildunum gevur okkum eina trúgv
uppá, at her vesturi hevur fóbóltspælið eina spennandi framtíð”, sigur Jarnhold
Nattestad at enda, “nógv gott er longu gjørt, og nú skulu vit byggja víðari,
bæði í breiddini og í toppinum av pyramiduni”.