Heiðurslimir

Sambært viðtøkum felagsins frá 6. novembur 2007, kann nevndin útnevna heiðurslimir. Fyrstu ferð hetta varð gjørt, var á 10-ára stovningardegnum, 6. novembur 2017.

Útnevndir vóru Steinbjørn Hansen, Sørvágur, Jóhan F. Magnussen, Miðvágur, og Magni Thomassen, Sørvágur.

Tað varð fyri drúgvan og dyggan stuðul síðan stovnanina og eisini í tilgongdini, sum at enda føddi 07 Vestur, at nevndin hevði avgjørt at teir tríggir skuldu fáa heiðurin av verða útnevndir heiðurslimir. Allir hava eisini verið stuðlar undir fótbóltsarbeiðinum í heimbygdunum langt undan at felagsarbeiði í FS Vágum slóðaði fyri 07 Vestur.

Seinnu árini hava teir serliga víst sín stuðul ígjøgnum vitjanir á Dungasandi og Valloyruni til heimadystir og nærum hvørja ferð til útidystir.