Hjálp nýtist á Dungasandi

Sunnudagin leggja vit til brots í Betri Deildini, og í morgin, týsdagin, og mikudagin, báðar dagar kl. 17:30, skulu seinastu snøklarnir orðnast. Øll eru vælkomin at hjálpa til.

Ymiskt er, sum skal fáast frá hondini, og so er sjálvandi góða samveran við spentum 07 Vestur-fjepparum í sær sjálvum verd innsatsin. Helst fæst ein heitur kaffimunnur og fótbóltskjak - møguliga eins heitt. 

Minnist gjarna til amboðskassan, skrúvu- ella borimaskinu, og annað viðkomandi. Síggjast!