Inn á Skála at spæla um Løgmanssteypið

Eins og í 2013, kom 07 Vestur seint úr pottinum og fingu útidyst á Skála í 1. umfari í kappingini um Løgmannsteypið. Dysturin verður flaggdagin, 25. apríl.

Bert einu ferðina hava vit spælt móti Skála í steypakappingini, tað var, sum sagt, í 1. umfari í 2013, inni á Skála. Vit taptu tá ein spennandi dyst við einum máli móti tveimum. Holgar Durhuus javnaði til 1-1 í 79. minutti, men bert tveir minuttir seinni fekk heimaliðið avgerandi málið.

Ikki siðan 2011 hava vit spælt okkum víðari í steypakappingini. Hetta var eisini okkara besta steypakapping nakrantíð. Í fyrsta umfari vunnu vit heili 3-0 á FC Suðuroy, Holgar, Badara og Tamba skutu málini. Í fjórðingsfinaluni fingu vit ein rimmar dyst, sum vit vunnu 1-0 á Dungasandi móti KÍ. Eli F. Nielsen fekk okkara mál. 

Og so kom hálvfinalan, tveir dystir móti ÍF. Vit vóru omaná allan útidystin, men fingu ikki hol á. Í staðin skoraðu vit eitt sjálvmál, og taptu 1-0. Á heimavølli sótu vit eisini á øllum, men móti endanum fingu gestirnir eitt mál. Hetta bleiv avgerandi, hóast vit fingu 2 mál í yvirtíðini og vunnu dystin 2-1. Samanlagt 2-2 og fuglfirðingar víðari uppá útivallarmál.