Innbjóðing til B2 skeið í februar 2018


Ætlanin er at hava tvey B2 skeið í februar 2018. Skeiðini eru hesi:

· 9-11 & 16-18. februar í Tórshavn

· 2-4 & 16-18. februar í Suðuroy

B2 skeiðið er tilsamans 50 tímar .

Eitt skeið er treytað av nóg góðari undirtøku.

Endamál/innihald: B2 er framhald av B1 skeiðinum.

Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.

Evni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru m.a.:

- Teknisk venjing

- Likamlig venjing

- Leiðsla

- Læruhættir/metoda

- Málmansvenjing

Tað er ongin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Tey, sum hava tikið B2 skeið, hava rætt til at søkja upptøku á B3 skeiðið.

Upptøkutreytir: Luttakari skal hava tikið B1 skeiðið og vera 18 ár ella eldri.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er kr. 3.000 kr. – Konufólk rinda tó ikki luttøkugjald!

Tilmelding: Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin skal gerast umvegis elektronisku tilmeldingarskipanina hjá FSF. Far inn á www.fsf.fo , undir “Nethandil”. Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og tlf.

Tilmeldingarfreistin til B2 í Tórshavn er úti mánadagin 29. januar 2018.

Tilmeldingarfreistin til B2 í Suðuroy er úti mánadagin 22. januar 2018

Meira fæst at vita um skeiðini við at venda sær til Pætur á teldupostadressuni psc@fsf.fo ella á tlf. 291964.