Jóannis á Steig heldur fram

Í gjárkvøldið gjørdu 07 Vestur og Jóannis á Steig nýggjan sáttmála. 21-ára gamli sandavágsmaðurin heldur sostatt fram í felagnum, her hann eisini er uppvaksin.

Tað eru longu 5 ár síðan at Jóannis, sum verður 22 í mars, leikti á besta liðið okkara fyri fyrstu ferð. Tað var í 2. umfari í 1. deild í 2014. Tilsamans eru tað blivnir 104 dystir á besta liðið okkara, umframt eina rúgvu av dystum á hinum liðum okkara.

Vit gleða okkum til eitt spennandi ár og ynskja Jóannis hjartaliga tillukku og blíðan byrð!