Jón skrivað sín fyrsta sáttmála


Jón í Horni Nielsen fekk fyrstu minuttirnar í Betri Deildini fyri einari viku síðan, og nú hevur 17-ára gamli miðvallarin undirskrivað sáttmála við barndómsfelagið.




Ungi sandavágsmaðurin spældi sínar fyrstu dystir í vaksnamannadeild í fjør, har hann fekk 8 dystur í 2. deild, og átti harvið sín lut í uppflytingini. Í ár hevur hann spælt nakrar dystir í 1. deild, áðrenn hann fekk fyrsta dystin í Betri Deildini seinasta sunnudag móti B36 í Gundadali, tá hann kom inn í 73. minutti fyri Ronni Møller-Iversen.




Jón er fyrsti 07 Vestur-leikarin í sínum árgangi, sum hevur spælt við besta liðinum hjá monnum, og tann fyrsti at gera sáttmála við felagið.