Komandi vikuskifti byrjar kappingin fyri fleiri av okkara


Sum sæðst á breddanum vinstrumegin, fara kappingarnar so smátt í gongd komandi vikuskifti. Fyri okkara viðkomandi skulu bæði 1. deild, 3. deild og dreingir í gongd. 3. deild og dreingir fyrst, leygardagin, so síðani 1. deild sunnudagin.



Fríggjadagin var ein broyting gjørd í dreingjadeildini (sum nú eisini rópast dreingur U16), har B71 var tikið úr. Vit áttu frívikuskifti, men, vegna broytingina, var fyrsta umfar broytt, so vit skuldu spælt móti B68 í gjár, leygardagin. Hetta megnaðu vit tó ikki uppá so stutt skoðbrá. Tann dysturin er tí útsettur.



3. deild skal heilt til Klaksvíkar at spæla sín fyrsta dyst. Kappingin í 3. deild verður skipað eins og í fjør, har vit fyrsta spæla 6 innleiðandi umfør í smærri bólkum. Tvey tey bestu liðini í hvørkum bólki fara so víðari í semifinalubólkar, ið kappast um uppflyting. Restin fer so í minikappingar.



Annað vikuskiftið, 7. apríl, fara so flestu av hinum liðunum í gongd, 2. deild, smádreingir, eisini róptir dreingir U14, og Gentur U14.



Vit í 07 Vestur eru sera spent uppá genturnar, ið eru okkara fyrsta gentulið nakrantíð. Silva hevur átikið sær venjingina av liðinum.