Kvinnur spælt fyrsta venjingardystin

Fríggjakvøldið spældu kvinnurnar fyrsta venjingardystin, og vunnu greitt á EB/Streymi/Skála, sum vunnu bæði 1. og 2. deild í fjør. Dysturin varð spældur 3x 30 minuttir, tvær ferðir hálvan vøll og at enda eina ferð 2/3-vøll og úrslitini vóru ávíkavist 4-0, 2-2 og 3-0.

Fríggjakvøldið og leygardagin var ætlað sum ein mini-venjingarlega, við dysti fríggjakvøldið, áðrenn farið var í svimjihøllina. Aftaná var so hugnakvøld í húsinum. Leygardagin byrjaðu tær við morgunmati og høvdu síðan eina venjing.

Venjingarnar halda fram komandi vikurnar og kappingin byrjar 1. apríl. Silva er venjari og Joan Hovgaard er hjálparvenjari.