Kvinnurnar halda fram við góðu byrjanini

07 Vestur-kvinnur spældu sín næsta venjingardyst. Móti blandaðum liði frá ÍF/Víkingi vunnu vit 4-3 eftir at hava verið aftanfyri 0-2. Hetta er annar dysturin í fyrireikingini til 2. deild, sum byrjar í apríl.

Dysturin varð spældur í Sørvági leygarmorgunin, og varð góður og undirhaldandi. Spælt varð fýra ferðir 20 minuttir. ÍF/Víkingur høvdu blandað eitt lið við leikarum úr Betri-deildini, 2. deild og U18. 

Gestirnir løgdu seg á odda við teimum málum, men okkara vendu dystinum til 4-2, áðrenn ÍF/Víkingur minkaðu um munin til endaliga úrslitið 4-3.

Vegna nógv avboð av ymiskum orsøkum, fingu okkara kvinnur hjálp frá DU14, men fyri okkara kvinnur var sjónlig framgongd í spælinum síðan dystin móti EB/Streymi/Skála fríggjadagin seinasta vikuskifti. Sjálvsagt hava vit avbjóðingar við at spæla móti leikarum við landsliðssøtði, men enn er góður mánaður til kappingarbyrjan, so tíð er til enn størri framstig.