Kvinnurnar leggja til brots við steypakappingini

Ársins fyrst dystur hjá kvinnum, verður á Dungasandi í annaðkvøld, týskvøldið, kl. 20. Dysturin er í steypakappingini móti KÍ, ið má sigast verða sterkasta mótstøðan, vit hava møtt nakrantíð.

Eftir at hava vunnið 2. deild í fjør varð avgjørt at taka av møguleikanum at møta liðunum úr Betri Deildini í nýggju steypakappingini, ið er skipa sum bólkakapping, ið teimum fimm liðunum úr Betri Deildini og so 07 Vestur. Tað er ein stórur gloypubitið, men eisini ein sera góður máti at menna okkara leikarar, samstundis sum vit eisini halda fram í 2. deild.

Silva, sum aftur í ár stendur við róðri, staðfestir, at tað verða leikararnir, ið trúðliga hava vant, sum koma at manna liðið. Eisini fara fleiri av teimum yngstu at sleppa at royna seg, antin frá byrjan ella sum innskiftari, ella, í minsta lagi, í hópinum fyri at fáa royndir tá leikt verður móti sterkastu mótstøðu.

Heilt fitt av leikarum hava verið til venjing, síðan vit byrjaðu um hálvan januar. Fleiri yngri leikarar eru lagstir afturat síðan í fjør, meðan fleiri av eldru gardini hava boða frá, at tær leggja frá sær og fara at manna eitt Old Girls-lið.

07 Vestur eru í bólki A í steypakappingini, saman við B36 og KÍ. Leikt verður soleiðis:

Umfar
Dagur
Kl.
HeimaÚtiÚrslit
126.03.1920:0007 Vestur-
222.04.19B3607 Vestur-
302.05.19B36-
421.05.1907 Vestur-
505.06.1907 VesturB36-
619.06.19B36-

Landskappingin hjá kvinnum í 2. deild byrjar annars leygardagin, tá okkara møta HB á útivølli.