Kvinnurnar løgdu fyri við stórsigri!

Í fyrsta dystinum í ár gjørdu kvinnurnar ikki mætari enn at vinna heili 6-0 á HB í Gundadali, sum má sigast at vera meira enn góðkend kappingarbyrjan. Eisini gentur U18 og U15 hava verið í eldinum.




Sesilia Olsen setti hol á, og so skoraði Julia Niclasen tvey. Til 4-0 var tað Helma Thomasen úr Kvívík, sum harvið skoraði sítt fyrsta fyri 07 Vestur í sínum fjóra dysti fyri barndómsfelagið. Tvey tey síðstu átti toppskjútti okkara frá í fjør, Sissal Haraldsen, sum soleiðis eisini fekk sett hol á málskjótingina í ár.




Sambært venjaranum, Høgna Egilstoft Nielsen, vóru hann og leikararnir, áðrenn dystin, eitt sindur ósikkur uppá mótstøðuna. Men okkara leikarar vóru væl betri fyri enn HB, og venjarin ivaðist í, um heimaliðið fekk nakran málmøguleika allan dystin, sum vit altso vunnu sannførandi heili 6-0.




Tær sum mannaðu lið okkara vóru: Sesilia Prior (M), Katrina Davidsen, Sissal Haraldsen, Paula Jensen, Barbara Prior, Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir á Løgmansbø, Ruth Albinsdóttir, Margit M. Kwao, Helma Thomasen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal og Henrikka Wang Jacobsen.




Sunnudagin kl. 18:30 spæla vit aftur, tá vit á heimavølli á Dungasandi taka ímóti AB.




Gentur U18




Elstu gentur okkara, GU18, eisini fyrsta dystin í ár hetta vikuskiftið. Teir møttu einum sera sterkum og væl leikandi heimaliðið í Klaksvík, og máttu lúta við heili 10 málum móti ongum. Liðið er tó sera ungt, og, við ágrýtni og áhaldni, fara úrslitini eisini at koma.



Lið okkara: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Laila W. Mouritsen, Kristina Lovisa Skylv Thomassen, Sissal Haraldsen, Eyðrið Rúnadóttir, Helma Thomasen, Asta Egilstoft Nielsen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Hanna Ole-Jacobsen, Rebekka Bjarnadóttir Prior, Nikolina Ravnsfjall, Fríða Haraldsen, Miriam Thomassen.

Næsti dysturin hjá GU18 verður á heimavølli á Dungasandi fríggjakvøldið kl. 17, móti B36.




Gentur U15




Fyrsti dysturin hjá GU15 var á heimavølli á Dungasandi leygardagin ímóti Víkingi, sum vóru føroyameistarar fyri tveimum árum síðan, tá í U13. Gestirnir byrjaðu væl og komu á odda 0-1. Eftir málið fingu okkara gentur yvirtakið og stýrdu dystin fram til hálvleik, og fingu eisini útjavnandi mál, sum Lisa skallaði inn eftir horna.



Vit høvdu stýringina eftir hálvleik, men tað vóru allíkavæl gestirnir úr Eystur Kommunu, sum aftur løgdu seg framum eftir gott kontraspæl. Vit hildu tó á við góða spælinum og skaptu fleiri góðar møguleikar. Vit fingu eisini eitt uppiborið útjavnandi mál, sum Elisa Lamain setti inn, eisini við høvdinum eftir horna. Tíverri megnaðu vit ikki at vinna dystin, og bæði liðini fóru til hús eftir rættvísan javnleik.



Gentur okkara hava stórar møguleikar at gerast betri, men tær eru á rættari kós.



Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Emma Vilhelmsdóttir, Elin Hovgaard, Jasmin Prior Braga, Karin Vang Jacobsen, Sonja Klein, Lisa Haraldsen, Bára Jansdóttir, Elisa S. Lamain, Lilja Tonysdóttir Haraldsen, Rikka Allansdóttir Joensen, Lea Kjartansdóttir, Sára Rúnadóttir.



Næsti dystur teirra verður leygarmorgunin kl. 11 í Trongisvági móti TB/FCS/Royn.