Kvinnurnar misjøvn úrslit

Á heimavølli vann A-liðið 5-0 stórsigur á TB/FCS/Royn, við hattricki frá liðskiparanum, Margit M. Kwao, meðan B-liðið mátti lúta 4-0 á Sandi móti felagsliðinum hjá AB og B71.

Margit gjørdist hattrick-skjútti í dag og legði seg á odda sum topp-skjútti okkara, framman fyri Juliu, sum annars skoraði fyrsta mál okkara í dag, og Henrikku. Julia setti hol á í dag longu í 9. minutti, áðrenn Margit skoraði tvær ferðir. Bjørk skoraði fjórða málið í dag, og sítt fyrsta í ár, tá lítil tími varð leiktur. Og Margit setti punktum í 63. minutti.

Á Sandi møtti yngra lið okkara einum sera væl spælandi heimaliði. Dysturin endaði heili 4-0, men, sum skilst, kundu fleiri av málunum verðið koldømd fyri rangstøðu. Tó hevði samanlangda AB/B71-liðið so stóra yvirvág, at vit ikki kunnu klaga um endastøðuna.

Næsta vikuskiftið spæla kvinnurnar aftur, og tá er innanhýsis uppgerð ímillum 07 Vestur a og 07 Vestur b.