Limadagur fyri ungdómsliðini hjá 07Vestur


 Limadagur fyri ungdómsliðini hjá 07Vestur verður í 07Vestur-húsinum hósdagin 28.03.2019 kl 17-19


 


Allir limir ið hava goldið limagjald fáa eina flotta 07Vestur limatroyggju við búmerki (kvittan fyri limagjald er prógv)


Troyggjan skal passast á limadegnum.


 


Limagjaldið fyri 2019 er:


Børn upp til U7 kr 300,-


Børn upp til U15 kr 600,-


Um fleiri enn 2 systkin eru limir er limagjaldið í mesta lagi kr 1200,- fyri øll.


Limagjald skal gjaldast á 9181-5063932


 


Ætlanin er at børnini passa limatroyggjurnar ímillum kl 17-18, og fara síðani út á vøllin at gera eina lítla felagsvenjing saman við dugnaligu venjarum okkara meðan ungdómsnevndin og høvuðsungdómsvenjarin greiða foreldrunum frá ætlanunum fyri 2019.


 


Sport24 hevur tilboð uppá 07Vestur klæðir og útgerð á limadegnum.