Løgmannssteypið: Skála - 07 Vestur

 Í annaðkvøld k. 18.00 byrjar kappingin um Løgmannssteypið fyri okkara viðkomandi, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at vit møta Skála á útivølli.

Um vit skulu samanbera við árið í fjør, so fingu vit 7 av 9 møguligum stigum ímoti Skála. Tveir dystir í Sørvági, har annar endaði javnur 1-1, og tann seinni var ein regulerur avsmurningur har 07 Vestur vann 5-0 og sín størsta sigur í bestu deildini nakrantíð.

Dystin á Skála vunnu vit 1-0, og einsamalla málið í tí dystinum skoraði Ken.

Vónandi verður hetta dysturin sum kemur at venda keðiligu gongdini, tí hóast spælið ofta hevur verið á heilt góðari leið, so hava úrslitini ikki verið til vildar. 

Ein víðari luttøka í kappingini um Løgmanssteypið hevði verið kærkomin, og man ikki Pauli veit okkurt at fortelja okkara monnum áðrenn dysturin verður bríkslaður í gongd. Vit vóna tað besta...