Møguleiki at taka B2-venjaraskeið


Um nóg stór undirtøka verður, skipar FSF fyri tveimum B2-venjaraskeiðum í februar mánað. Skeiðini verða í Havn og í Vági.



Venjarar hjá 07 Vestur, ið ynskja at halda fram við útbúgving eftir lokið B1-skeið, kunnu venda sær til formannin, Jim Sonna, ella ungdómsnevndarforkvinnuna, Rannvá í Løðu.



Í komandi mánað skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tveimum B2-venjaraskeiðum. Skeiðini verða í Havn og í Vági. B2-venjaraskeiðini verða skipaði yvir tvey vikuskitfir, og eru tilsamans 50 tímar.



Skeiðið í Vági verður hildið í vikuskiftunum 2. til 4. februar og 16. til 18. februar, meðan skeiðið í Havn verður 9. til 11. februar og 16. til 18. februar.



B2-venjaraskeiðið er framhald av B1-skeiðnum. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum. Evni, sum verður viðgjørd á B2-skeiðnum eru millum annað "Teknisk venjing", "Likamlig venjing", "leiðsla", "læruhættir/metoda" og "Málmansvenjing".



Tað er eingin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Tey, ið hava tikið B2-venjaraskeið, hava rætt at søkja upptøku til B3-skeiðini.



Tilmeldingarfreistin til B2-venjaraskeiðið í Vági er 22. januar, meðan freistin at boða frá luttøku til skeiðið í Havn er 29. januar.