Nóa og Hjalmar hava verið við landsliðinum

Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið verið í Írlandi og spælt sokallaða menningarkapping. Nóa Eyðsteinsson og Hjalmar Gudmundsen vóru við.

Menningarkappingin varð skipað ímillum fýra lond, Luxemburg, Letland, vertirnar úr Írlandi og so Føroyar. Føroyar taptu allar dystirnar, 4-0 móti Luxemburg og vertunum, og 7-0 móti Letlandi, sum, í stóran mun, vóru leikarar úr einum árgangi eldri enn hini londini.

Nóa, sum spælir í verjuni, spældi allar dystirnar frá byrjan, og Hjalmar byrjaði tveir og bleiv skiftur inn tann eina. Hjalmar spælir vanliga í vinstru síðu.