Old Boys í gongd

Komandi hóskvøld, 7. marts, kl. 20:00 í Sørvági, verður fyrsta venjingin hjá Old Boys. Ætlanin er at spæla nøkur kvøld framyvir, og allir 35+ eru hjartaliga vælkomnir. Eftir venjingina verður kaffi og okkurt søtt afturvið.

Vanliga byrjar kappingin fyrst í mei, men fyri at hittast oftari og fáa spælt eitt sindur meir, er hugsanin at spæla nakrar ferður um mánaðin fram til kappingarbyrjan. Hetta takað leikararnir sjálvur støðu til eftir fyrstu venjingina.