Petur Meinhard heldur fram!

Í vikuni gjørdist greitt at málmaður okkara í fjør, Petur Meinhard Magnussen, verður við okkum aftur í ár, tá formaðurin, Heðin Jørgensen, og sera dámligi glyvramaðurin undirskrivaðu sáttmála.

22-ára gamli málverjin spældi mestsum allar dystirnar í fjør, tá vit yvirbevísandi vunnu 1. deild, og serliga í seinnu hálvu, tá vit ikki taptu ein einasta dyst av teimum 11, vunnu 10 og spældu ein javnleik, stóð ungi málverjin sum ein brandur.

Vit eru sera glað fyri at Petur Meinhard heldur fram og ynskja honum tillukku og blíðan byrð!