Silva á A-útbúgving


Um vikuskiftið fóru 18 føroyskir venjarar undir A-venjaraútbúgvingina hjá FSF. Útbúgvingin endar í juni 2014



Farna vikuskiftið fóru 18 føroyskir venjarar undir A-venjaraútbúgvingina, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri.

A-venjaraútbúgvingin er hægsta venjaraútbúgving í Føroyum, og er góðkend av UEFA og javntsett við A-venjaraútbúgvingarnar í øðrum UEFA-londum.

Minst kravda tímatalið hjá UEFA er 120 tímar, men A-útbúgvingin hjá FSF er umleið 220 tímar, og har afturat koma eini 100 tímar til skrivligar uppgávur.

Evnir á A-venjaraútbúgvingini eru leiðsla, motivatión, leikaramenning, fysisk venjing, taktisk venjing, leikháttur, dystarleiðsla, fjølmiðlar og fótbóltslógin. Hesi evni verða umrødd og arbeidd við á útbúgvingini.

Hvør luttakari á A-útbúgvingini hevur sín egna vegleiðara, sum vitjar hann sjey ferðir til venjing og dyst. Luttakararnir skulu eisini gera tríggjar skrivligar uppgávur innan ávís evni, umframt at fari verður á námsferð uttanlanda í eina viku.

Fyrsta kvinnan

Hetta er fjórða ferðin, at A-venjaraútbúgvingin er møgulig at taka í Føroyum, og fyri fyrstu fer er ein kvinna millum luttakararnar. Talan er um Ingun Hansen, sum er venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Víkingi, og hjálparvenjari á U19-landsliðnum við gentum.

Higartil hava 47 venjarar tikið A-venjaraútbúgvingina hjá Fótbóltssambandi Føroya, og av teimum eru teir allarflestu framvegis virknir í føroyskum fótbólti - bæði sum venjarar og sum instruktørar.

Teir 18 venjarar, sum nú eru byrjaðir, fóru undir útbúgvingina fríggjadagin 25. januar, og um alt gongur eftir ætlan, verða próvtøkurnar í juni 2014.