Silva verður hjálparvenjari

07 Vestur og Alexandre da Silva Braga, vanliga kallaður Silva, hava í dag undirskrivað sínamillum avtalu um, at 39 ára gamli brasilumaðurin verður hjálparvenjari hjá EFFO-liðinum komandi ár.


Silva hevur verið í Føroyum síðan 2002, tá hann kom fyri at spæla við FS Vágum. Hann spældi nærum 150 dystir við besta liðinum her vesturi til í 2008, tá hann gavst at spæla. Hann hevur eisini vant tey yngru í felagnum og fyri SÍF seinasu mongu árini. Í fjør tók hann við sum hjálparvenjari hjá Jóhan Nielsen gjørdist høvuðsvenjari og nú hevur hann so tikið av nýggjum møguleika í sama starvi.



Sum nevnt omanfyri, hevur Silva vant øll børnini i Sandavági eins og U14-lið felagsins síðstu árini. Enn er ikki greitt hvør leiklutur hansara verður í ungdómsdeildini, men hann skal heilt víst venja onkur lið.



Heimasíðan ynskir Silva tillukku og blíðan byrð!