Skála - 07 Vestur 2-2


Ímóti dystargongdini kláraðu vit í dag at vinna stig á Skála. Heilt uppiborið vóru vertirnir á odda 2-0 í hálvleikinum. Vit spældu væl í 10-15 minuttir móti endanum, har vit so kláraðu at bjarga degnum við tveimum framúrskarandi málum frá Ragnari og Tór-Ingari.



Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen, Jákup Sveinbjørn Olsen (Elfinn Ørvarodd, 63'), Ásmund Hansen (Hørður Johansen, 46'), Rógvi E. Nielsen (Sølvi Egilson, 45'); Holgar Djurhuus.
Eyka: 
Eli Poulsen, Hørður Johansen, Elfinn Ørvarodd, Sølvi Egilson.



Vertirnir høvdu sum sagt alt tað, ið var av skipaðum spælið fyrsta tíman. Knappliga svingaði so initiativið til okkum, og við fyrsta gjøgnumspælda álopið okkara í dag, og tað var eisini sera æl gjøgnumført, kom bólturin fram í høgru. Innleggið kom væl og Ragnar skallaði í netið.



Seinna málið kom eftir trýst frá okkum. Vit vunnu hornað og Tór-Ingar heilfluktaði sera væl við handaru stong til endaliga úrslitið.



Vit høvdu møguleikan at vinna dystin, men tað gekk ikki. Vit megnaðu sostatt at vinna annað stigið, ið má sigast at vera meira enn vit høvdu uppiborið.



Longu mikudagin kl. 19:00 spæla vit aftur, og tað er bara gott. Tá taka vit móti EB-Streymi á Dungasandi.