Steypakappingarnar hjá dreingjum

Í FSF-varpinum í dag, er drigið í steypakappingunum hjá dreingjum U15, U17 og U21. Í fyrstu dystunum møta okkara lið ávíkavist ÍF, ÍF ella KÍ og NSÍ.

Hjá U15 verður leikt um Cadbury-steypið, sum U14 hava spælt um inntil í fjør. Í lutakastinum fóru okkara dreingir, eins og tvey onnur lið, beinleiðis til fjórðingsfinaluna, har vit møta ÍF í Fuglafirði, tann 26. mei.

U17 spæla um Blaðberasteypið, eins og U16 undanfarin ár. Og eisini hjá U17 komu vit beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, har vit, á heimavølli, møta vinnaranum av dystinum í 1. umfari ímillum ÍF og KÍ.  Fjórðingsfinalurnar hjá U17 verða eisini leiktar tann 26. mei.

Einasta lið okkara, sum ikki fór beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, vóru U21-dreingirnir. 6. mei spæla teir 1. umfar í Runavík móti NSÍ. Koma teir víðari, skulu teir spæla móti vinnaranum av dystinum ímillum HB og KÍ, eisini á heimavølli.