Tey yngstu í Sandavági eisini í svørtum komandi kappingarár!


Í dag er eisini komið á mál við avtalu millum 07 Vestur og SÍF, ið inniber at yngstu deildirnar í Sandavági eisini koma at leika í navni og búna 07 Vestur. Silva hevur verið venjari fyri øllum teimum yngstu í Sandavági, og arbeitt verður við at leingja hetta so sera fruktargóða samstarvið.



Eins og í Sørvági hava tey yngstu, upp til ávíkavist piltar, U12, og gentur 12 leikt hjá SÍF í Sandavági. Saman við teimum hava eisini tey yngstu í Vestmanna og Kvívík eisini koyrt um sundið. Arbeitt verður nú við at fáa venjing fyri tey yngstu í Kvívík og/ella Vestmanna.



Hetta samstarv inniber so, at endiliga er um at koma áleiðis við arbeiðinum at samlað allan fótbólt í økinum í einum felag. Nevndin í 07 Vestur fegnast um hetta stig!