Tór-Ingar skotið seg uppá deilt 1. pláss

Í góða 3-0 sigri okkara á B71 í gjár, skjeyt Tór-Ingar seg uppá deilt 1. pláss í all-time toppskjúttalista okkara, við 62 málum, ájavnt Holgar Durhuus.

Veteranurin gjørdi sær veruliga dælt av støðuni á høgra vongi í dystinum móti sandoyingum, og skjeyt tvey mál, umframt at leggja upp til triðja mál okkara, sum Sølvi Egilsson skoraði. Afturat máli sínum móti Skála seinast í juli, hevur hann innheinta 3-máls munin upp til Holgar, frá 59 til 62 mál. 

Tór-Ingar hevur sjálvandi fleiri ár eftir á toppinum, so har skuldu verið møguleikar at taka fyrsta plássið. Um ikki Holgar vendur nøsina heim aftur fyri at vinna plássið aftur.