Ungdómsvenjarafundur

Í annaðkvøld, mánadagkvøldið 4. mars kl. 20, verður ungdómsvenjarafundur, har øll tey, ið ynskja at venja ungdómslið hjá 07 Vestur eiga at møta. Svenn og Jens Erik standa fyri fundinum.

Undanfarin ár er arbeitt við ungdómsmenningarætlan, sum so líðandi er sett í verk. Mál okkara er framhaldandi at lyfta støðið á ungdómsarbeiðinum, og tað krevur at vit møtast fyri at tosa um átøk og skipanir, bæði sum framhald av verandi góðu vanum, men eisini um nýggj og mennandi tiltøk.

Fótbóltssambandi hevur eisini gjørt broytingar bæði viðv. aldursdeiling og vallarstøddum, sum viðføra tillagingar í okkara arbeiði.

28 ungdómslið eru tilmeldað kappingar hjá gentum og dreingjum hetta komandi kappingarár.