Upptakt: 07 Vestur - KÍ


KÍ hava havt eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið, og hava vunnið allar fýra dystirnar teir higartil hava spælt.
Hóast hetta, so hava vit staðið okkum hampuliga væl í móti klaksvíkingum. Í fjør taptu vit 1-0 í Klaksvík, og á Dungasandi taptu vit tann fyrra dystin 2-0 meðan tann seinni endaði 1-1. 
Tann seinni dysturin var sera spennandi, og Mujdragic legði KÍ á odda 1-0 beint eftir hálvleik, men langt inni í yvirtíðini javnaði Søren Nielsen til endaliga úrtslitið 1-1.
Tað vera hvørki Mujdragic ella Søren sum koma at avgera dystin hesaferð, tí báðir eru farnir aðrar leiðir.
Hóast hetta eru tað nógvir aðrir menn ið duga at skjóta mál, og vónandi fáa vit ein vælleiktan dyst, har vit ímóti allari serfrøðini seta KÍ uppá pláss.

Síggjast á Dungasandi