Upptakt: 07 Vestur - HB

 Pílarnir peika hvør sín veg hjá feløgunum sum í annaðkvøld hittast á Dungasandi. HB hevur vunnið 15 dystir uppí slag í landskappingini, og mugu tí sigast at vera favorittar.

07 Vestur fekk ein hart tiltrongdan sigur á argjamonnum sunnudagin, og liðið skapti fleiri kjansir og helt eisini málið reint. Á pappírinum er HB ein møtumikil uppgáva, men hagtølini siga at av teimum 15 dystunum HB hevur vunnið, hava teir vunnið teir 10 við bara einum máli á muni.

Nú eru tveir triðingar farnir av landskappingini, og nýggju dystir og 27 stig eru eftir at spæla um. Møguleikin fyri at yvirliva í deildini er framvegis opin, og tað fer 07 Vestur at stríðast fyri. Fyrsta finala av nýggju er hóskvøldið kl. 19 á Dungasandi.

Framá 07 Vestur.