Venjingardystur, AB - 07 Vestur 1-1

07 Vestur spældu í kvøld annan venjingardystin í ár. Aftur var tað móti AB, hesaferð á Argjum. Dysturin var rættiliga javnur, og endaði eisini 1-1. Bæði liðini høvdu nakrar møguleikar at skorað vinnandi málið, men tað skuldi ikki vera.

Teir sum spældu í kvøld vóru: Andras Gango, Torstein Mýlingstind, Emil Mikkelsen, Eli F. Nielsen, Gunleif Olsen, Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen, Ásmund Hansen, Holgar Durhuus, Sanogo Moussa, Hørður S. Johansen, Sjúrður Ellefsen, Uni F. Nielsen, Heini F. Nielsen, Gutti Guttesen.