Mynd: www.jn.fo

Janus á U21-landsliðið

Janus S. Samuelsen er ímillum teir 19 leikararnar, Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, í fyrsta umfari hevur úttikið til dystirnar ímóti Danmark og Finnlandi, sum verða ávikavist á heimavølli 31. august og á útivølli 5. septembur.

- Vit gleða okkum og fara undir uppgávurnar við vónum og ætlanum um, at avrikið skal verða 110 prosent. Soleiðis sigur Eli Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum, sum í næstum skal spæla tveir EM-undankappingardystir.

Hósdagin 31. august verður talan um danska mótstøðu á Tórsvølli, og fimm dagar seinni, týsdagin 5. september skal føroyska U21-liðið spæla á útivølli ímóti Finnlandi.

- Fyri framman standa tvær stórar og spennandi uppgávur, men vit hava eisini úttikið ein sterkan hóp. Men danir hava eisini eitt gott U21-landslið, har ikki færri enn átta av spælarunum vóru við í U21 EM-endaspælinum í summar, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Teir 19, sum í fyrsta umfari eru úttiknir, eru hesir
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Ari Olsen, Skála
Benjamin Heinesen, B36
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnussen, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur
Daniel Johansen, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland (DEN)

Í alt verða 20 spælarar úttiknir til dystirnar ímóti Danmark og Finnlandi, men hvør tann 20. verður, verður avgerð tikin til mánadagin, eftir at 19. umfar í EFFO-deildini er spælt.





Komandi dystir

EFFO-deildin, 16. sep. kl. 16:00 
07 Vestur - Skála 5-0


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 22 28 48
22 20 43
NSÍ 22 21 37
B36 22 22 41
HB 22 12 33
TB/FCS/Royn 22 -8 25
EB/Streymur 22 -17 23
Skála 22 -12 23
07 Vestur 22 -25 19
ÍF 22 -41 9

Málskjúttar

Ken
5
Søren
5
John
3
Gunleif
2
Holgar
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1