KÍ - 07 Vestur 2-5

Hóast vit komu afturum 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki, megnaðu vit at venda og vinna dystin heili 2-5. Andrias Eriksen skoraði stutt eftir at vera skiftur inn á 1. liðið fyri fyrstu ferð í ár. Tór-Ingar skoraði tvey, Rógvi og Holgar eitt í part.

Liðið:Eli Poulsen; Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Tórstein Mýlingstind; Rógvi E. Nielsen, Tór-Ingar Akselsen, Sølvi Egilson (Brandur, 79'), Jákup Sveinbjørn Olsen (Andrias, 67'), Ásmund Hansen (Hørður, 55'); Holgar Durhuus.
Eyka:Petur Meinhard Magnussen, Hørður Johansen, Brandur Heinason, Andrias Eriksen.

Liðið í dag var eitt sindur broytt, av tí at Jovan var skaddur. Í hansara stað á miðjuni byrjaði Rógvi, og Jákup Sveinbjørn byrjaði so í vinstru. Ásmund byrjaði eisini aftur. Í málinum var eisini skift út fyri fyrstu ferð í ár, har Eli Poulsen úr Sørvági byrjaði inni.

Hvat ið var og ikki er ringt at meta um. Vit byrjaðu aftur illa hendan dystin, og rættiliga tíðliga komu vit afturum eftir sjálvmál frá Aristide. Hóast komnir afturum fingu vit ikki spælið at hanga saman og fóru til hálvleiks við støðuni 1-0.

Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrri endaði og eingin vend var at hóma. Nakað inn í seinna hálvleik satsaðu vit fyri at koma uppá javnt - og sum so ofta tá lið gera hetta, skorar hitt. Og vit vóru afturút 2-0.

Um hesa tíðina skiftu vit Bæði Hørð og Andrias inn fyri Jákup Sveinbjørn og Ásmund. Hendan broyting gav skjótt úrslit og Andrias skeyt sítt fyrsta mál í ár í fyrsta dystinum. Hetta var eitt vakurt langskot.

Og so komu flottu langskotini slag í slag: Tór-Ingar tvey og Rógvi og Holgar hvør sítt. Endaliga støðan gjørdist 2-5.

Komandi sunnudag spæla vit aftur, tá vit taka móti HB á Dungasandi.

Koyrið á 07 Vestur!