
Kvinnurnar aftur á toppinum.
Tað varð lagt upp til ein spennandi dyst, tá vit fingu vitjan av toppliðnum HB sunnudagin. Eftir, at vit høvdu vunnið HB 6-0 í fyrsta umfarinum, høvdu tær vunnið hinar fimm dystirnar, og bert latið tvey mál inn.
Í undanvindinum, sum vit høvdu í fyrra hálvleiki, løgdu vit trýst á tær frá byrjan. Tað gekk heldur ikki long tíð, til bólturin lá í HB málinum. Eftir at málmaðurin hjá HB hevði bjargað væl skotinum frá Margit, samlaði Sesilia Olsen bóltin upp og legði boltin innfyri, har Kristina eirindaleys setti bóltin í málið.
Eftir málið javnaði spælið seg eitt sindur út. Vit royndu at trýsta restina av hálvleikinum, og hóast nakrar góðar støður, so fingu vit ikki ordiliga sett HB málverjan undir trýst. HB kom heldur ikki til tað stóra, og hálvlriksstøðan var tí 1-0.
Í seinna hálvleiki kom HB longur fram á vøllin. Hóast HB fingu nakrar spentar støður í brotsteiginum hjá okkum, og Jana hevði eina framúr bjarging, so vóru tað vit, sum høvdu teir størstu málmøguleikarnar. Eini fýra ferðir vóru vit einsamallar móti málmanninum, men bæði málmaðurin, tvørstongin og málstongin gjørdu, at bólturin ikki fór inn.
Sum dysturin leið, og vit ikki kláraðu at avgera dystin, so skuldi HB bert fáa tað eina málið. Sjálvt um tær ikki fingu tann stóra kjansin, so høvdu tær nakrar góðar støður. Sjálvt um nógv stóð upp á spæl, vístu okkara, hvussu róliga tær eru og ruddaðu ein bólt fyri og annan eftir.
Dysturin endaði 1-0, og førdi tað við sær, at vit í løtuni eru ovast á stigatalvini.
Kvinnurnar arbeiddu hart allan dystin á tamb og var hetta ein sannur arbeiðssigur. Verður líka nógv lagt fyri teir komandi dystirnar, so skulu tær nokk koma langt.
Liðið: Jana Jacobsen (M), Katrina Davidsen, Margit M. Kwao, Paula Jensen, Barbara Prior (L), Mona Sunnuvudóttir Poulsen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Ruth Thomasen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Sesilia Prior, Bettieyð Ellingsgaard, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen.
Komandi sunnudag er tað AB, ið bíðar eftir okkum á Argjum.
Gentur U18
Unga U18 lið okkara hevur veruliga havt tað torført í kappingini í ár, og aftur hetta vikuskiftið máttu tær leggja rygg til, hesa ferð 9-0 stórtap í Klaksvík. Liðið er tó sera ungt, og av teimum trimum loyvdu árgangunum 02, 03 og 04 hava okkara ongan av teimum elstu. Harafturat er loyvt at brúka tríggjar leikarar frá 2001, og heldur ikki har hava vit nakran. Harafturímóti er fasti málverji okkara, Jóhanna, eitt ár ov ung, umframt at vit regluliga brúka aðrar ov ungar leikarar.
So, hóast úrslitini ikki síggja so spennandi út, mugu vit staðfesta at vit hava framtíðina fyri okkum, tí allir leikararnir kunnu halda fram næsta ár, og helst fleiri ár framyvir, í somu deild.
Liðið móti KÍ: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Miriam Thomassen, Laila W. Mouritsen, Hanna Thomassen, Eyðrið Rúnadóttir, Fríða Haraldsen, Asta Egilstoft Nielsen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Hanna Ole-Jacobsen, Rebekka Bjarnadóttir Prior, Nikolina Ravnsfjall, Laura Skov Weihe
Næsti dystur verður fríggjadagin 7. august móti B36 í Havn.
Gentur U15
Í kappingini hjá U15 gentum hava vit staðið okkum sera væl, og hava leikt við heilt frammi í oddinum. Seinastu tvey umførini, móti oddaliðunum KÍ og HB, hava vit tó ikki fingið nakrað úrtøkum, við tapum á ávíkavist 4-0 og 5-0. Og, eftur hesi umførini, er liðið eisini dotti úr medaljustríðnum niður á 5. pláss, av 12, 5 stig frá Skála á 3. plássi.
Lið okkara seinasta dyst, móti HB: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Rikka Allansdóttir Joensen, Jasmin Prior Braga, Bára Jansdóttir (L), Sonja Klein, Sára Rúnadóttir, Laura Dam Johannesen, Elin Hovgaard, Laura Skov Weihe, Lea Kjartansdóttir, Elisa S. Lamain, Karin Vang Jacobsen, Emma Vilhelmsdóttir, Turið Nysted, Bjørk Akselsen, Jóhanna Kjelnæs.
Eftir skránni er næsti dystur okkara móti Skála á útivølli leygardagin 1. august.