Kvinnurnar: A-liðið yvirhálaði við 4-1 sigri á meistarunum

Lagt var upp til ein torføran dyst, tá A-liðið hjá okkum tóku ímóti Ebstr/Skála, sum seinasta ár átti fyrsta pláss í deildini. Bæði liðini løgdu nógv fyri, men hóðast liðini bæði deildust um bóltin frá byrjan, sá skjótt út til at útiliðið ætlaði sær avstað við øllum. 

Eftir horna úr vinstru síðu er ein Ebstr/Skála kona hægst, og stútar bóltin í netið til 0-1. Hóðast vit løgdu nógv fyri, sá ikki út til at tað fór at eydnast okkum at koma uppá javnt aftur. Stutt fyri hálvleik kemur tó eitt innlegg úr høgru, sum Margit beinir beint omanfyri. 

Beint eftir hetta, sneiður Sissal seg rundan um tvær av verjuleikarunum, áðrenn hon hegnisliga trillar bóltin í netið, so at støðan var 1-1, tá fari var til hálvleiks. 

Óvist er, hvat var sagt í hálvleikinum, men hvat tað so enn var, so tyktist tað at rigga. Vit áttu alt sum var eftir av dystinum. Bara einaferð var við at gerast farligt á okkara hálvu, men Bjørk bjargaði støðuni við einari takling, sum eisini kostaði henni eitt gult kort, og gav útiliðinum eitt fríspark í góðari støðu. 

Frísparkið hevði Ebstr/Skála tó helst vilja verið fyri uttan, tí tá ið av tornaði, bjargaði Sesilia í okkara máli, og sendi bóltin beint útaftur, har hann endaði fyri beinunum á systrini Barbaru, sum uttan stórvegis trupuleikar sendi hann í málið til 2-1. 

Restina av dystinum átti unga og evnaríka Sissal, sum við sínum 15 árum var nógv yngst á liðinum. Ferð aftaná ferð vísti hon síni framúr fótbóltsevni, og síðsta korterið av dystinum megnaði hon at fáa tvey mál afturat tí, hon longu hevði fingið í fyrra hálvleiki. Fyrra málið var snýtti hon mótstøðuna, og lyfti bóltin spakuliga uppum málmannin, og aðruferð var hon spæld leys av Margit. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt ein 4-1 sigur til A-liðið, sum harvið tók oddasessin frá B-liðinum. 

Sigast kann ikki annað, enn at okkara lið var sera væl samansett. Tær gomlu garvaðu vóru sera tryggar í sínum spæli, og stuðlaðu teimum ungu í at spæla tann góða fótbóltin vit sóðu í dag. Umframt Sissal, sum spældi ein brand dyst og skoraði hattrick, havi eg hug at nevna Bjørk, sum spælir í miðverjuni við einari rutinu, sum er nógv eldri enn hennara aldur, og átti hon sín stóra leiklut í, at Ebstr/Skála bara fekk tað eina málið. 

Eftir stigatalvuni á heimasíðuni hjá FSF, eiga vit nú bæði fyrsta og annað pláss í næstbestu deildini hjá kvinnum, so ikki kann sigast annað enn at tað verður spennandi at fylgja við, hvussu kappingarárið fer at hilnast.

Skrivað hevur Jana Jacobsen




Komandi dystir

Betri-deildin, 22. apríl kl. 15:00
Víkingur - 07 Vestur

3. deild, 21. apríl kl. 17:00
07 Vestur - NSÍ a

Kvinnur, 22. apríl kl. 16:30
07 Vestur a - TB/FCS/Royn


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
5 8 15
NSÍ 5 6 10
HB 5 2 10
Víkingur 5 1 9
EB/Streymur 5 3 8
B36 5 1 7
Skála 5 -1 6
TB/FCS/Royn 5 -8 3
AB 5 -5 2
07 Vestur 5 -7 1

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 3
Ken Fagerberg 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 2 7 6
07 Vestur b 2 2 4
AB/B71 1 2 3
AB 2 0 3
TB/FCS/Royn 2 0 3
ÍF/Víkingur 2 -2 1
Giza Hoyvík 1 -4 0
EBS/Skála 2 -5 0


Málskjúttar

Henrikka W. Jacobsen 3
Sissal Haraldsen 3
Julia Niclasen 2
Annika Niclasen 1
Barbara Prior 1
Margit M. Kwao 1
Mona S. Poulsen 1
Sesilia Prior 1