Gomul mynd

Kvinnurnar sigraðu aftur!

Kvinnurnar settu sunnudagin hol á 2. hálvu við 4-2 sigri eftir spennandi dyst, og tóku sostatt aftur 3 stig, hesa ferð á Argjum. Og gentur U15 kempaðu ein harðan kamp, men máttu taka til takkar við ósigri á útivølli.


1. deild kvinnur

Hóast stórur munur var á stigatalvini, so kundi væntast, at munurin ikki fór at verða so stórur. Og so varð eisini.

AB, ið hevði eitt lítið lot undan, var tað betra liðið í fyrra hálvleiki. Tær løgdu seg á odda tá 10 min vóru farnir. Eftir tað høvdu tær fleiri støður beint uttanfyri okkara brotsteig, men einki veruligt skot kom á okkara mál.

Tá hálvur tími var spældur fingu AB eitt brotsspark. Sesilia, sum í dag stóð í málinum, bjargaði so meistarliga skotinum. Tað vardi tó ikki leingi til AB skoraði. Beint eftir bjargingina kastar Sesilia bóltin út, men ein misskiljing ger, at ein AB leikari kemur ímillum, og einsamøll móti málinum setur hon í málið.

Hendan stóðan var ókend fyri okkum, tí hetta var fyrstu ferð í ár, at vit koma afturum 2-0. Vit mugu bara ásannað, at hepni var við okkum hesa løtuna. Eftir horna frá Juliu var ein AB leikari óheppin at koyra bóltin í egið mál. Beint áðrenn hálvleik kláraðu vit at javna. Katrina sendi ein langan bólt avstað. AB verjan megnaði ikki at fáa bóltin burtur, og so streyk Margit avstað. Einsamøll móti málmanninum var hon trygg. 2-2 í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var munandi betur, enn tann fyrri. Genturnar vóru munandi meira ágangandi, og tá sást, hvat er tað betra liðið. Tað gekk heldur ikki 10 min, so høvdu vit lagt okkum framum. Sesilia varð send avstað í høgru, har legði hon innfyri til eina púra fría Maritu, sum prikaði bóltin framvið málverjanum.

Vit høvdu nakrar góðar møguleikar gjøgnum hálvleikin, meðan vit hildu AB, sum so, burtur frá málmøguleikum.

Tað sá út til, at dysturin skuldi enda 3-2, men beint áðrenn leiklok skoraðu vit aftur. Langur bóltur kom innfyri úr høgru, har Margit enn eina ferð fangaði bóltin og smekkaði hann upp í tríkantin.

Dysturin endaði 4-2 til okkum, har tær vístu mentalastyrki, hóast tær koma afturum 2-0, so góvu tær als ikki upp.

Liðið: Sesilia Prior (M), Katrina Davidsen, Kristina Dánialsdóttir Gásdal, Margit M. Kwao, Paula Jensen, Barbara Prior, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Bettieyð Ellingsgaard, Marita E Thorsvig, Ruth Thomasen, Kristina Nattestad

Komandi dystur, tann 23 august, verður millum nr 1 og 2, tá vit skulu suður til Sands at leika. Hesin dystur hevur stóran týdning fyri, hvør kemur at enda á ovastu rók, tá seinasti dystur eru leiktur.


Gentur U18

GU18 hava ikki spælt hesa seinastu vikuna, men tær spæla aftur fríggjadagin 7. august kl. 20, í Gundadali móti B36


Gentur U15

Í innleiðandi bólkaspælinum, sum endaði leygardagin, endaði 07 Vestur í veruligum "gysara" á útivølli móti Skála. Hóast Skála hava verið flúgvandi í ár, høvdu okkara gentur ongar ætlanir at leggja seg niður og kundu við einum stigi tryggja sær 6. plássið (av 12), sum gevur luttøku í FM-endaspælinum.

Skála løgdu seg framum tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, ella nakað væl tað. Okkara stríddust tó sera væl og komu aftur tá 10 minuttir vóru farnir av øðrum hálvleiki, tá Laura javnaði.

Okkara vóru tó sera óhepnar ikki at sleppa heim aftur við einum stigi og plássi í FM-stríðnum, tá dómarin, 4 minuttir inni í yvirtíðini, púra óskiljandi, dømdi fyri afturlegging, hóast málverji okkara ikki nært bóltin. Eftir óbeinleiðis frísparki eyðnaðist tað heimaliðinum at skora, og vit máttu heim við ongum. Vit kunnu sjálvandi taka synd í okkum sjálvum, men soleiðis er fótbóltur, og vit kundu sjálvandi bara takka okkum sjálvum at vera enda í støðuni, har stig í seinasta dystinum skuldi gerðast avgerandi. So tað er bara uppá hestin aftur!

Liðið: Jóhanna Wang Jacobsen (M), Sára Rúnadóttir, Jasmin Prior Braga, Laura Dam Johannesen, Jóhanna Kjelnæs, Elin Hovgaard, Elisa S. Lamain, Bára Jansdóttir, Sonja Klein, Rikka Allansdóttir Joensen, Lisa Haraldsen, Turið Nysted, Lea Kjartansdóttir, Karin Vang Jacobsen, Bjørk Akselsen

Komandi leygardag skal liðið so reisa seg aftur eftir stóra skuffilsi. Málið má nú vera at vinna B-bólkin, og tað byrjar longu leygardagin kl. 10, tá B36 koma vestur á vitjan. Koyrið á gentur!