Kvinnurnar vunnu eisini triðja venjingardystin

Kvinnurnar spældu sín triðja venjingardyst í gjárkvøldið, og á Argjum móti AB, vunnu tær 4-2, hóast heimaliðið var vælskipa. Margit (2), Sissal og Bjørk skutu okkara mál. Tríggjar vikur eru til kappingarbyrjan.

Rættiliga nógvur vindur darvaði spælinum, men undan vindum í fyrra hálvleiki komu vit á odda 4-0. Vit hava fokuserað uppá verjustøður í venjingini seinastu tíðina, og vit stóðu  sera væl. Serliga í 1 móti 1 stóðu vit væl, skjótar til at bakka upp, og væl skipaðar, synkroniseraðar flytingar.

Miðjan og álopið arbeiddi eisini hart móti sera royndu verjuleikarunum hjá heimaliðinum., við skjótum flytingum og driblingum.

Rebekka, Kari, Tomasia, Rutt og Anna komu inn í 2. hálvleiki. Vit hildu á við góða álopsspælinum og skoraðu tvey mál, sum tó vóru kolldømd.

Vit fingu størri trupulleikar í verjuni móti nógva vindinum, og heimaliðið fekk tvey mál, til endaligu støðuna 4-2 til okkum.

Mótstøðuliðið, sum vit skulu møta í landskappingini, varð sterkt, og vita hvussu mann spælir góðan fótbólt. Alt í alt ein góður venjingardystur.

Byrjanaruppstillingin: Annika Dam; Mona Poulsen, Paula Jensen, Bjørk Dalsgaard, Katrina Davidsen; Barbara Prior, Margit Kwao; Sissal Haraldsen, Sesilia Olsen.
Eyka: Rebekka Hentze, Karin á Steig, Tomasia Niclasen, Rutt Magnusdóttir og Anna Gaardlykke.





Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1