Kvinnurnar skuffandi 1-0 tap í Leirvík

Eftir at heimaliðið skoraðu í næstseinasta minutti, máttu kvinnurnar taka vestur aftur úr Leirvík við skuffandi 1-0 tapi móti eysturoyarliðinum ÍF/Víkingur/B68 í ryggsekkinum. Vit kunnu tó fegnast um, at tveir leikarar, Asta og Eyðrið, fingu sínar fyrstu dystir fyri kvinnuliðið.

Sum heild var dysturin sunnudagin eitt sindur tamur, við ikki so nógvum møguleikum. Fitt av vindi var gjøgnum allan dystin, og hetta førdi kanska eisini við sær, at avleveringar ikki komu akkurát har, sum ætlað var. Tó so, so komu bæði liðini til nakrar fínar støður í fyrra hálvleiki, men málverjarnir høvdu ongantíð trupulleikar av skotunum.

Seinni hálvleikur minti nógv um tann fyrra. Bólturin var mest á miðjum vølli, og tað var langt millum skotini upp á mál. Okkara kvinnur, sum høvdu eitt lítið lot í ryggin, royndu seg við nøkrum langskotum, tó at tað nakrantíð varð veruliga farligt.

Mest sum dysturin skuldi enda málleysur, so skora ÍVB. Eftir eitt fríspark úti í síðuni, varð bólturin skotin innfyri. Eftir at vit ikki fingu bóltin burtur, so prikar ein ÍVB leikari bóltin í málið.

Eitt skuffandi tap, men tað er einki annað at gera enn at bretta um ermar, og so herja á aftur komandi dyst, sum verður sunnudagin, tá felagsliðið úr Suðuroynni kemur á vitjan.

Liðið: Kristina Dánialsdóttir Gásdal (M), Sesilia Prior, Helma Thomasen, Eyðrið Rúnadóttir, Paula Jensen, Sesilia Olsen, Julia Niclasen, Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen, Arnóra Ingadóttir Á Løgmansbø, Marita E Thorsvig, Ruth Thomasen, Asta Egilstoft Nielsen.

Asta Egilstoft Nielsen (16) og Eyðrið Rúnadóttir (16), báðar úr Sandavági, spældu á kvinnuliðinum fyri fyrstu ferð.

Gentur U18

U18 hava ikki spælt síðan stórsigurin í Miðvági 12. juni, men skulu aftur í eldin fríggjakvøldið kl. 1915. Tað verður á heimavølli móti AB/B71.





Komandi dystir 


Løgmanssteypið
25. nov. kl. 19:00 07 Vestur - HB


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 27 37 58
07 Vestur 27 27 54
NSÍ II 27 38 52
B68 27 22 46
KÍ II 27 2 38
B36 II 27 -10 34
HB II 27 -26 33
B71 27 1 32
AB II 27 -23 23
FC Hoyvík 27 -68 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 11
Tór-Ingar Akselsen 9
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Ragnar Weihe 4
Gilli Samuelsen 3
Marjus Nielsen 3
Teitur Olsen 3
Zoran Vujovic 3
Emil Mikkelsen 2
Jógvan Petersen 2
Ingi Joensen 1
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Solomon Kwao 1
Sølvi Egilsson 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1