07 Vestur spælt fyrra dystin á venjingarlegu

Fyrri dysturin á venjingarleguni í Skive endaði við 2-1 tapi fyri Herning Fremad, hóast Ken legði okkum á odda 1-0 miðskeiðis í øðrum hálvleiki.

Kavin argaði eitt sindur, men heimamennirnir høvdu ruddað sum frægast, so spælast kundi. Vit byrjaðu við einum rættiliga ungum liði, men í øðrum hálvleiki komu Ken, Petur og Ndende inn.

Heimaliðið byrjaði betri, men vit tóku tíðliga yvir, og vóru leikliga omaná restina av dystinum, meðan Herning kontraðu. 

Tá ein lítil tími var spældur fekk Ken ein stikning og, úr spískum, sendi hann bóltin í netið til 1-0. Móti endanum skoraði heimaliðið tvær ferðir, fyrst við flottum frísparki úr 30 metrum, og so uppá kontra. So endaliga støðan gjørdist 2-1 til Herning Fremad.

Byrjanarliðið: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig (Gilli), Dann Fróðason (Ndende), Niels Mouritsen), Frantsly; Hørður Egilsson, Martin Tavsen (Asbjørn), Sølvi Egilsson, Fríði S. Joensen (Petur); Teitur Olsen; Martin H. Dam (Ken).

Eyka: Ken Fagerberg, Ndende, Petur G. Dalbø, Gilli Samuelsen, Asbjørn Heðinsson.





Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1