07 Vestur - B68 3-0 (1-0)

1-0: Jákup Sveinbjørn, 24
2-0: Tór-Ingar, 61
3-0: Hørður, 82

Tað gjørdist ein rættiliga tryggur heimasigur uppá 3-0 móti B68 í Sørvági. Heimaliðið var nógv betra liðið, kann eg helst siga, uttan at gera meg inn á nakran. Fyrri hálvleikur var merktur av meiri tilvildarligum spæli, og fáir møguleikar vóru. Heimaliðið hevði bóltin meiri, meðan gestirnir løgdu seg eftir at standa ímóti og royna seg við umstillingum og diagonalavleveringum.

Spælið í fyrra hálvleiki var merkt av óneyvleika og tilvild og tað tóktist, sum skuldi ein tilvildarlig støða seta ferð á. Hetta hendi í 25. minutti, tá 07 fekk eitt fríspark nakað uttanfyri brotsteigin. Jovan royndi seg við einum skoti, men málmaðurin stóð á røttum staði, men hann megnaði ikki at halda bóltinum og har stóð Jákup Sveinbjørn og hann beindi bóltin í netið til 1-0.

Nakað meiri intensitetur kom í spælið eftir málið, og gjørdust nærdystirnir fleiri og harðari, men heimaliðið hevði tamarhald á støðuni, uttan tó at megna at koma fram til avgerandi møguleikar, ið kundu økt um leiðsluna. At vera framman fyri 1-0 kann ofta kennast vandamikið, tí tað skal so lítið til, so er hitt liðið í dystinum aftur, men til alla lukku vóru toftamenn ikki førir fyri at gera sær dælt av deyðbóltsstøðum sínum og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 1-0.

07 Vestur byrjaði seinna hálvleik øgiliga væl. Spælið var nógv betri, serliga úti í síðunum komu teir ofta leysir og var sentrali miðvøllurin øgiliga sterkur, og býtti spælið eftir vild. Tak meg ikki í tí, men eg haldi at tað vóru farnir meiri enn 10 minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn gestirnir yvirhøvur komu fram um miðjuna. í øllum føri var kaffikoppurin tómur, og sigarettin sløknað. Fleiri ferðir var um reppið, at 07 Vestur kom til møguleikar og teir royndu seg eisini við onkrum langskoti, men tað gingu 15 minuttir, áðrenn frígerandi 2-0 málið kom. Og tað var eisini eitt øgiliga gott mál at fáa, tí tað hendi, júst sum toftamenn tóktust at hava riðið stormin av sær og byrjaðu so smátt at fóta sær.

Tá góður tími var farin, fangaði Tór-Ingar bóltin frá toftamonnum, í tí teir umstillaðu seg til at fara fram í álop. Tór-Ingar var avgjørdur og trekti fram móti brotsteiginum, hugdi upp og plaseraði síðani bóltin uttan at málmaðurin hevði møguleika at røkka honum. Eitt sera gott skot frá eini 17-18 metrum.

Hetta var avgerandi málið, ið eisini merktist aftur á spælinum, sum nú var minni merkt av nervum, tó at tað samstundis onkuntíð førdi við sær, at spælið kanska gjørdist ov avslappað til tíðir, men sigurin var ongantíð í vanda. Triðja málið kom góðar 8 minuttir fyri leiklok og var hetta eisini besta málið í dystinum. 07 Vestur vann enn einaferð bóltin av toftamonnum í uppspæli, og Sølvi, sum var komin inn fyri Brand stutt framman undan, sendi bóltin øgiliga snildisliga inn í brotsteigin, har Tór-Ingar var fyrstur, og hann spældi bóltin hegnisliga fram við málmanninum, sum kom út ímóti, og innfyri, har Hørður ótarnaður stútaði hann í netið. Eitt sera vakurt álop og eitt øgiliga gott mál.

Samanumtikið var sigurin fult uppiborin, ikki eitt mál ov lítil og menn spældu ein góðan dyst, serliga í seinna hálvleiki. Kósin móti Effodeildini er greið, og hetta fetið var týdningarmikið, eins og hvørt einasta fet er tað, og við slikum avrikum sum í dag, kunnu vit við nøgdsemi staðfesta, at tað gongur sum tað skal.

Petur skrivar...




Komandi dystir 

1. deild menn
31. okt. 15:00 B71 - 07 Vestur



Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 30 52
NSÍ II 25 38 50
07 Vestur 24 16 45
B68 24 17 40
KÍ II 25 1 34
HB II 25 -21 33
B71 25 6 32
B36 II 25 -12 31
AB II 25 -18 22
FC Hoyvík 25 -57 10

Málskjúttar

Predrag Jeremic 8
Tór-Ingar Akselsen 8
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Gilli Samuelsen 3
Teitur Olsen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Zoran Vujovic 2
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Marjus Nielsen 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1