07 Vestur - B71 4-0

07 Vestur komu tíðliga á odda, Holgar skoraði tað fyrsta, og Tór-Ingar beint aftaná. Ásmund økti til 3-0 áðrenn hálvleik. Vit skoraðu síðsta málið miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Tór-Ingar fekk sítt 2. mál fyri dagin. Vit hildu aftur málið tætt og fingu trý stig. Væl arbeitt dreingir!

Liðið:Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Jákup Sveinbjørn Olsen (Elfinn Ørvarodd, 67'), Tór-Ingar Akselsen, Ásmund Hansen (Hørður Johansen, 67'), Rógvi E. Nielsen (Sølvi Egilsson, 32'); Holgar Djurhuus
Eyka:
Eli Poulsen, Hørður Johansen, Sølvi Egilsson, Elfinn Ørvarodd, Brandur Heinason

Umstøðurnar at spæla vóru av teimum allarbestu tá dysturin var bríkslaður í gongd í dag. Tað bleiv eitt sindur kaldari og nakað av vindi sum dysturin leið, men hetta darvaði tó ikki spælinum.

Vit vóru betra liðið í dag, og spælið var eisini nógv betur enn í Havn sunnudagin. Jovan og Tór-Ingar spældu sera væl á miðjuni, og Holgar arbeiddi sera hart fyri liðið úr støðuni sum fremsti maður frá byrjan.

Holgar skoraði fyrsta málið longu í 12. minutti. Jovan var staddur beint aftanfyri miðjuna úti í vinstru síðu, har hann legði eina fantastiska avlevering upp um verjuna hjá B71, sum Holgar rann upp og kom soleiðis einsamallur móti málverjanum, sum ikki kláraði at gera nakað við plasseraða skotið til hansara vinstru síðu.

Annað málið í dag var uppá skot úr einum 18-20 metrum, sum var kom í onkran á vegnum og snýtti málverjan. Hetta var fyrra málið hjá Tór-Ingar í dag.

Síðsta málið fyri hálvleikin, var sera væl sett inn. Vit spældu okkum niðan og fingu so bóltin út á høgra kantin. Innleggið var sera gott og Ásmund vísti klassa og góðan teknikk frammanfyri málverjanum har hann plasseraði fluktaran trygt í kassan! Hetta var annað mál hansara í tveir dystir - bæði eftir at hann er fluttur longur framm á vøllin.

Gestirnir høvdu ikki nógv at bjóða uppá og vit slógu sigurin fastan miðskeiðis í øðrum hálvleiki: Tór-Ingar var aftur uppá spæl. Hann trekti mitt framm eftir uttanfyri brotsteigin, inn í brotsteigin eitt sindur til høgru og smekkaði til. Málverjin sá út til at fáa fatur á bóltinum, men hann kláraði ikki at halda bóltinum, sum fór í netið til endaliga úrslitið 4-0. Við hesum yvirhálaði hann Ragnar á toppskoraralistanum.

Vit høvdu ikki annað uppiborið í dag. Vit raktu tvær ferðir á yvirleggjaran umframt aðrar málmøguleikar. B71 høvdu einki at bjóða uppá, uttan eina langskotið, ið rakti stongina.

Næsti dystur verður sunnudagin 6. mei, tá vit taka móti høgt flúgvandi Víkingaliðinum, sum vann 3-0 á Toftum í dag.





Komandi dystir

  1. deild m. 07V-EBS kl. 16.00 

  2. deild m. FCH-07V kl. 16.00

  3. deild m. 07V-ÍF kl. 12.30



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 18 16 38
Víkingur II 18 20 37
07 Vestur 18 15 35
KÍ II 17 18 32
B68 18 -6 21
B71 16 -10 19
B36 II 18 -10 18
Skála II 18 -8 16
HB II 18 -11 13
EB/Streymur II 18 -22 12

Málskjúttar

Solomon Kwao 8
Niels Mouritsen 6
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Høgni E. Nielsen 3
Hørður Egilsson 3
Ragnar Weihe 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðnsson 1
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1
Tór-Ingar Akselsen 1