07 Vestur - EB-Streymur 4-1

Vit vóru betur fyrsta korterið og seinna hálvleik. Gestirnir komu á odda eftir hálvan tíma, men Holgar javnaði fyri okkum stutt fyri steðgin. Vit fingu trý í seinna hálvleiki. Hørður, Rógvi og Ásmund fingu tey.

Liðið: Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Tór-Ingar Akselsen, Sølvi Egilson (Jóhan, 79'), Jákup Sveinbjørn Olsen (Hørður, 46'), Rógvi E. Nielsen (Ásmund, 76'); Holgar Djurhuus.
Eyka:
Eli Poulsen, Hørður Johansen, Jóhan Selfoss, Ásmund Hansen (Elfinn Ørvarodd stóð eisini á dómaraseðilinum, men mátti geva avboð í evstu løtu).

Dómaratrio: Bent Tommy Linklett (HB), Thorvald J. Petersen (AB) og Ríkin N. Djurhuus (HB).

Tað er øgiliga kalt, og ikki vóru nógv, ið høvdu leita sær oman á Dungasand til dystin í kvøld. Fleiri løgdust tó afturat, sum dysturin leið, og hesi vóru so eisini vitni til at vit vendu einum løkum fyrra hálvleiki til ein góðkendan seinna.

Vit løgdu allíkavæl væl út, stóðu ovarliga á vøllinum og kundu, við eitt sindur av hepni, verið á odda tíðliga. Eftir eitt korter komu gestirnir við í dystin og hesa løtuna til hálvleiks vóru teir nógv ágrýtnari enn vit.

Teir fingu eisini fyrsta málið. Aristide gjørdi eitt býtt fríspark nakað uppi á vøllinum í okkara vinstru. Sundalagsmenn sparkaðu væl innfyri, og mitt millum okkara stóru verjuspælarar, fekk ein hvítur pannuna á, uttan møguleika hjá Peturi í málinum at gera nakað. Løtu seinni høvdu teir eisini skot á yvirleggjaran, men hepni við okkum.

Hóast vit ikki fingu stýr á spælinum eftir hetta, fingu vit útjavnandi málið, tá tann ótroyttiligi Holgar útjavnaði í 42. minutti. Ein lang avlevering var send mitt niðan eftir. EB-Streyma-verjan stóð nakað høgt, og Holgar fekk fatur á bóltinum, hóast tað sá rættiliga ómøguligt út. Tá hann hevði fingið bóltin undir kontrol vóru hinir komnir uppá pláss, men Holgar trekti ísakaldur til høgru og snaraði bóltin í málið. 1-1.

Beint aftaná fóru vit til hálvleiks, og tað við einari góðari kenslu av, at vit nokk skuldu fáa hála tey trý stigini í hús. - Og vit gjørdu skjótt av, eftir at Bent Tommi Linklett, maðurin í svørtum í dag, bríkslaði í gongd. So skjótt at undirritaði ikki var komin út í kuldan eftir at hava verið inní og vermt sær tærnar. Hesa ferð var tað ný-innskifti Hørður, ið skoraði. Sum skilst, ikki eitt av vakrastu málunum í karrieruni, men tó.

Vit vóru væl betur allan seinna hálvleik. Kanska leiðslumálið frá Hørði átti sína æru av tí. At Hørður kom inn fyri Jákup Sveinbjørn, gjørdi eisini at Holgar flutti út á vongin - og tað var eisini meira flog yvir tí nú.

Tað var eisini í høgru síðu at seinna málið var lagt upp. Hørður, Holgar, Tórstein og Tór-Ingar spældu væl saman, og tað endaði við Tór-Ingar fekk lagt eitt sera gott flatt innlegg til Rógva, ið kom stormandi inn av vinstra kantið. Rógvi skoraði trygt til 3-1. 57 minuttir farnir.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki komu Jóhan Selfoss, ið hevur verið úti við skaða og síðan spælt nakað við 2. liðið, og Ásmund Hansen inn. Vit hildu á at pressa, og nýggju mennirnir í síðunum høvdu nokk at bjóða. Jóhan hevði eisini nakrar góðar royndir, og kundi eisini fingið mál sjálvur.

Tað var allíkavæl sum uppleggjari hann skuldi roynast í dag, og tað til hin innskiftaran, Ásmund, sum skoraði sítt triðja í ár. Jóhan kom leysur í høgru, bíðaði til Ásmund var komin uppá pláss, og Ásmund bankaði flata innleggið upp undir nettakið til endaliga úrslitið 4-1.

Í dag var sera umráðandi ikki at missa stig, fyri at halda góðu gongdini í ár. Leygardagin skulu vit longu í eldin aftur, og hetta verður helst torførasti útidysturin í ár, nú vit skulu út á Argir móti uppflytingarfavorittunum. Einki er tó at ivast í, at vit hava fólkið til at vinna móti øllum, eisini AB av Argjum.

Koyrið á 07 Vestur!





Komandi dystir


Betri Deildin, menn
19. mars Skála-07 Vestur


Betri Deildin, kvinnur
26. mars B36-07 Vestur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
10 32 30
Víkingur 10 22 24
B36 10 15 19
HB 10 4 16
EB/Streymur 10 -6 14
AB 10 -8 10
07 Vestur 10 -14 9
NSÍ 10 -16 9
Skála 10 -8 5
B68 10 -21 5


Málskjúttar


Mads Borchers 5
Høgni E. Nielsen 2
Jasper V. D. Heyden 2
Rønni M-Iversen 2
Janus Samuelsen 1


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
7 19 19
EBS/Skála 7 14 16
B36 7 10 13
HB 7 11 12
NSÍ 7 11 10
07 Vestur 7 0 9
Víkingur 7 6 3
TB/FCS/Royn 7 -71 0

Málskjúttar


Sissal Haraldsen 3
Carol Silva 2
Eyðrið Rúnadóttir 2
Evelin 2
Kristina Gásdal 1
Lisa Haraldsen 1