
07 Vestur kvinnur spælt fyrsta venjingardystin
Kvinnurnar spældu ársins fyrsta venjingardyst í gjár, í besta veðri, móti Víkingi. Dysturin varð sostatt ímillum vinnararnar seinastu tvey árini, eftirsum Víkingur vunnu 1. deild í fjør, og vit fyrraárið.
Dysturin, sum Víkingur vann 4-2, var eisini fyrsti veruligi dysturin hjá báðum feløgum eftir Korona-steðgin. Sum Høgni vísir á, kundi spælið sjálvandi verið betri, men uttan venjing í næstan tveir mánaðir, er formurin sjálvandi ivasamur.
Fyri 07 Vestur spældu: Ruth Albinsdóttir, Barbara Prior, Paula Joensen, Arnóra á Løgmansbø, Katrina Davidsen, Mona Poulsen, Hanna Thomasen, Helma Kristina Gásdal, Sesilia Olsen, Sissal Haraldsen, Bjørk Daalsgard. Ruth (brotspark) og Sissal skoraðu mál okkara.
Vit síggja sjálvandi fram til at kappingin skal fara í gong, og ynskja kvinnum og gentum okkara góða eyðnu! Fyrsti dysturin hjá kvinnum í 1. deild verður 2. hvítusunnudag, 1. juni, í Havn móti HB, meðan gentur U18 spæla sín fyrsta dyst fríggjakvøldið 29. mei móti KÍ Klaksvík.