07 Vestur móti NSÍ í steypakappingini

Í lutakastinum um 1/8-deilsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum var í 3-2 í kvøld, fingu 07 Vestur heimadyst móti NSÍ. Dysturin verður leiktur 2. apríl.

Seinatu árini hevur Løgmanssteypið ikki verði gott mið hjá okkum. Seinastu fimm árini eru vit farnir út við fyrsta umfari, í fjør móti EB/Streymi, og so aftureftir móti ávíkavist AB, KÍ, Skála og B68. Av hesum var serliga AB í 2015 ein minniligur dystur, sum vit skuldu havt vunnið. Hetta var kanska okkara allar besti dystur tað árið.

Vit skulu heilt aftur til 2011 áðrenn vit veruliga gjørdu um okkum í steypakappingini. Vit vunnu tá sannførandi 3-0 á FC Suðuroy, Holgar, Badara og Tamba skoraðu málini. Síðan spældu vit ein sera spennand dyst móti KÍ í Sørvági. Eli skoraði eftir hálvan tíma, men tað helt hart. Tað gjørdist tó einasta málið og vit komu í semifinalu móti ÍF.

Fyrru semifinaluna spældu vit í Fuglafirði. Vit vóru betra liðið og høvdu fleiri møguleikar at vinna dystin. Í yvirtíðini skoraðu vit so sjálvmál, og so varð mótbrekka. Returdystin skuldu vit vinna við tveimum málum, men tað vóru gestirnir, sum løgdu seg á odda fullkomiliga ímóti dystargongdini, tá bert 3 minuttir vóru eftir. Í yvirtíðini skoraði vit so tvey mál, fyrst Tamba og so Clayton, og vit høvdu eisini bóltin í netinum eftir tað, men málið hjá Badara bleiv, rætt, dømt fyri offside. Vit mistu sostatt finaluplássið uppá útimál.

Nú fáa vit so aftur møguleikan at fara á eitt nýtt, minniligt, Løgmanssteypa-ævintýr. Fyrsti dysturin verður sum sagt 2. apríl, og 1/4-finalurnar verða leiktar 13. apríl.





Komandi dystir

EFFO-deildin, 15. okt. kl. 15:00 
07 Vestur - Suðringar 3-1


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 26 30 52
26 22 49
B36 26 23 47
NSÍ 26 24 46
HB 26 12 38
Skála 26 -11 30
TB/FCS/Royn 26 -12 29
EB/Streymur 26 -16 29
07 Vestur 26 -26 25
ÍF 26 -46 12

Málskjúttar

Søren
8
John
6
Ken
5
Holgar
3
Gunleif
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Martin
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1