07 Vestur - NSÍ 7-0

Eftir at Jovan skoraði fyrsta málið longu í 3. sekundi, og Ragnar økti í 13. minutti, var ongantíð nakar ivið. Vit førdu 5-0 í hálvleikinum, og løgdu tvey afturat í øðrum hálvleiki. Einasta veruligi niðurtúrurin, var tá Jóhan Selfoss mátti út við skaða longu eftir hálvan tíma.

Liðið:Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad (Per Heinason, 55'), Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Ásmund Hansen; Jovan Radinovic-Panic, Sølvi Egilsson, Tór-Ingar Akselsen, Jóhan Selfoss (Heini, 32'), Tórstein Mýlingstind; Hans Arni Ellefsen.
Eyka:Eli Poulsen, Per Heinason, Bjarni W. Jørgensen, Heini Falkvard Nielsen

Tað var í góðum líkindum at dysturin var bríkslaður í gongd á Dungasandi í gjár. Og leikararnir sýntust eisini at vera í góðum hýrið:

Hans Arni og Tór-Ingar settu spæli í gongd, Tór-Ingar legði bóltin aftur til Jovan, sum sendi eina langa avlevering frameftir. Bóltur kom í jørðina framman fyri illa plasseraða málmannin hjá NSÍ, og sprakk uppum málverjan og í málið. Óoffisiellir tíðtakarar siga at bert 3. sekund vóru farin.

Bert 13 minuttir seinni, var ein góð sending úr høgru spæld uppum verjuna hjá NSÍ, har vinstru bakkurin Ragnar, kom stormandi. Við einari klassa temjing í fullari ferð, fekk hann stýr á bóltinum, og setti hann trygt í netið til 2-0.

Og hetta var bert byrjanin:

Vit skoraðu nemliga aftur longu eitt korter seinni, í 29. minutti, og aftur í 36. og 45. Tað vóru ávíkavist Tór-Ingar, Torstein og Hans Arni, sum er heima í páskaferiu.

Sum áður nevnt, mátti Jóhan út við skaða beint eftir triðja málið. Ilt er at siga hvussu ringur skaðin er, hann hevði stóra pínu um økulin og niður í fótin á høgra beina.

Seinni hálvleikur var nakað linligari, nú dysturin sjálvandi var væl og virðiliga avgjørdur. Vit skoraðu tó tvey mál afturat. Jovan fekk annað mál, og Heini skoraði sítt fyrsta mál fyri felagaði á besta liðið.

Ragnar, ið spældi við stórari pínu í rygginum, fekk 10 minuttir, og var síðani skiftur út fyri Per, ið legði seg fremst fyri Hans Arni, sum kom aftur á vinstra bakk.

Vit hava nú spælt tveir dystir, og hava skorað 9 mál og einki latið ígjøgnum. Tað er eyðsýnt at liðið ikki er spælt saman enn, men einki mál at lata ímóti er eitt gott tekin.

Mánadagin, 2. páskadag, skulu vit spæla steypadyst á Toftum móti besta liðnum hjá B68. Leygardagin aftaná, 14. apríl, spæla vit so aftur landskappingardyst tá KÍ koma vestur at vitja.

Koyrið á 07 Vestur!





Komandi dystir 

1. deild menn
6. juni kl. 15:00 07 Vestur - AB

1. deild kvinnur
7. juni kl. 18:30 07 Vestur - AB

 

Fleiri dystir...

Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 5 8 13
B36 II 5 5 12
B68 5 5 11
NSÍ II 5 5 10
KÍ II 5 -2 7
B71 5 -2 5
FC Hoyvík 5 -6 4
07 Vestur 5 -2 3
HB II 5 -4 3
AB II 5 -7 0

Málskjúttar

Dann Fróðason 2
Gilli Samuelsen 1
Jógvan Petersen 1
Karl Weihe 1
Tór-Ingar Akselsen 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
07 Vestur 1 6 3
AB 1 5 3
ÍF/Víkingur/B68 1 2 3
AB/B71 0 0 0
NSÍ 0 0 0
1 -2 0
TB/FCS/Royn 1 -5 0
HB 1 -6 0

Málskjúttar

Julia Niclasen 2
Sissal Haraldsen 2
Helma Thomasen 1
Sesilia Olsen 1