Kristian Joensen varð málverji í 07 Vestur 15 dystir í 2011.

07 Vestur og Kristian Joensen gjørt sáttmála

Fyri løtu síðan kundi formaðurin í 07 Vestur, Hendrik Olsen, á leikarafundi, avdúka, at felagið í dag hevur gjørt avtalu við málverjan Kristian Joensen.

Formaðurin sigur í stuttari viðmerking, at tá møguleiki varð at fáa ein av bestu føroysku málverjunum til felagið, varð sjálvsagt handlað skjótt. Kristian byrjar at venja við hópinum í morgin, og er sostatt klárur til dystin leygardagin.

22-ára gamli Kristian Joensen er tó ikki heilt ókendur í felagnum. Í 2011 spældi hann 15 dystir við 07 Vestur, eftir at Hans Jørgensen gjørdist langtíðarskaddur. Kristian var tá leigaður úr barndómsfelagnum NSÍ.

Samstundis hava 07 Vestur og Petur Meinhard Magnussen valt at uppsiga sínamillum sáttmálan. Petur Meinhard hevur vart málið hjá 07 Vestur í fjør og tveir teir fyrstu dystirnar í ár.




Komandi dystir

 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 27 40 73
NSÍ 27 39 55
B36 27 25 53
27 23 51
Víkingur 27 2 39
Skála 27 -11 29
TB/FCS/Royn 27 -15 28
EB/Streymur 27 -23 21
07 Vestur 27 -39 18
AB 27 -41 17

Málskjúttar

Sonny Jakobsen 11
Gilli Samuelsen 6
Sølvi Egilsson 3
Ken Fagerberg 3
Kyrylo Silich 2
Høgni E. Nielsen 2
Ndende 1
Charlie Machell 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 14 37 35
AB/B71 14 26 30
ÍF/Víkingur 14 14 25
TB/FCS/Royn 14 13 25
AB 14 -12 17
EBS/Skála (-3) 14 -6 10
07 Vestur b 14 -30 8
Giza Hoyvík 14 -42 7


Málskjúttar

Margit M. Kwao 14
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 9
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Bettieyð Ellingsgaard 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Anna Gaardlykke 1
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1