07 Vestur sett nýggjan høvuðsvenjara

07 Vestur hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við 35 ára gamla norðmannin Julian Madsen. Hóast ungur,
hevur Julian Madsen drúgvar royndir sum venjari.

Sum høvuðsvenjari hevur Julian staðið á odda fyri m.a. Førde og Lørenskog, har hann hevði til
uppgávu at manna liðini við ungum lokalum leikarum. Í 2016, tá ið Julian tók yvir, lá Lørenskog til
niðurflyting í 3. deild. Arbeiðssetningurin Juliani var at mannaði liðið hjá Lørenskog við lokalum
ungum leikarum frá fótbóltsakademinum og í 2018 eydnaðist teimum at røkka einum 3. plássi í
deildini. Julian hevur eisini drúgvar royndir sum ungdómsvenjari og leikaramennari. 

Í Bodø/Glimt, var Julian høvuðsvenjari hjá 2.– og juniorliðnum samstundis sum hann var leikaramennari. Julian hevur eisini verið leikaramennari fyri U15 og U16 liðini hjá Vålerenga. 

Julian hevur verið í uppskoti sum ársins venjari í Norra og varð, av norska fótbóltssambandinum,
kosin ársins ungi venjari í 2013.

Við at seta Julian Madsen sum høvuðsvenjara hevur 07 Vestur tikið enn eitt stig á tí kós, ið felagið
setti í 2016, tá ið Jens Erik Rasmussen varð settur í fulltíðarstarv sum ungdómsvenjari. 

Fyrr í heyst varð Albert Ellefsen settur í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum. Uppgávan hjá Alberti er at virka sum bindilið ímillum tey vaksnu og ungdómin, og, í tøttum samstarvi við nýggja høvuðsvenjaran, innslúsa ungu talentini í felagnum til vaksnamannafótbólt og harvið fyribyrgja, at serliga tey ungu í aldursbólkinum 15 og 17 ár gevast við fótbóltinum.

Umframt sjálvur at skipa fyri venjingum er Albert eisini mentor hjá øðrum ungdómsvenjarunum og
hjálparfólki í ungdómsdeildini.

Úrslitini av arbeiðnum hjá Jens Eriki, sum ungdómsvenjara, eru eyðsæð, og tí metir felagið, at gongda
leiðin er at seta venjarar í fulltíðarstarv.

Umframt Albert Ellefsen og Jens Erik Rasmussen, hevur 07 Vestur venjarasáttmála við Ken Fagerberg,
sum eisini er partur av venjaratoyminum, ið kemur at taka sær av ungdóminum.

Sigtór Petersen, ið er farin undir venjaraútbúgving, verður venjari hjá 2. liðnum. Ungu talentini eldri
enn 17, ið liggja til at koma á besta liðið, fáa við Sigtóri ein dugnaligan og dámligan venjara, ið kann
geva teimum seinasta skumpið inn á besta liðið.

Við Juliani Madsen, Sigtóri Petersen, Alberti Ellefsen, Jens Eriki Rasmussen og Ken Fagerberg sum
venjarum, umframt einum hópi av foreldravenjarum, hevur felagið lagt grundvøllin undir einari
bjartari framtíð, har allir aldursbólkar fáa dygdargóðar og aldurssvarandi venjingar og kunnu kenna
seg heima í felagnum. 




Komandi dystir

 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 27 40 73
NSÍ 27 39 55
B36 27 25 53
27 23 51
Víkingur 27 2 39
Skála 27 -11 29
TB/FCS/Royn 27 -15 28
EB/Streymur 27 -23 21
07 Vestur 27 -39 18
AB 27 -41 17

Málskjúttar

Sonny Jakobsen 11
Gilli Samuelsen 6
Sølvi Egilsson 3
Ken Fagerberg 3
Kyrylo Silich 2
Høgni E. Nielsen 2
Ndende 1
Charlie Machell 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 14 37 35
AB/B71 14 26 30
ÍF/Víkingur 14 14 25
TB/FCS/Royn 14 13 25
AB 14 -12 17
EBS/Skála (-3) 14 -6 10
07 Vestur b 14 -30 8
Giza Hoyvík 14 -42 7


Málskjúttar

Margit M. Kwao 14
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 9
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Bettieyð Ellingsgaard 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Anna Gaardlykke 1
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1