07 Vestur spælt venjingardyst á Skála

Afturkomnir av venjingarlegu í Danmark, har seinni dysturin, móti Holstebro, endaði við 3-2 tapi, hava vit júst spælt veningardyst á Skála. Í sera vánaligum líkinum, taptu vit 3-1. Dann skoraði málið.

Á venjingarleguni í sera góðum umstøðum í Jebjerg í Jyllandi, spældu okkara menn tveir venjingardystir. Tann fyri, áður umrøddur á síðuni, endaði við 2-1 tapi móti Herning Fremad. Seinni dysturin varð spældur leygardagin, 2 ferðir 60 minuttir. Vit vóru á odda 2-1, men taptu 3-2. Kanska mest tí, at mótstøðuliðið var í betri formi enn vit. Hørður og Gilli skoraði málini hjá okkum.

Í kvøld hava vit so aftur verið í eldinum, hesa ferð á Skála. Umstøðurnar at spæla vóru rættiliga vánaligar, kalt við nógvum vindi. Av tí sama varð ikki talan um nevnivert fótbóltspæl, men soleiðis er viðhvørt.

Vit høvdu undanvind í fyrra hálvleiki, og Dann skoraði til 1-0 tá einir 15 minuttir vóru spældir. Í seinna hálvleiki, móti vindinum, fingu vertirnir 3 mál, so tilvildarlig sum tey kunnu verða ein tílíkan dag, og vit taptu sostatt 3-1.

Liðið móti Skála:

Byrjanaruppstillingin: Silas Eyðsteinsson; Jóannis á Steig (Niels), Ndende (Martin), Dann Fróðason, Petur G. Dalbø (Fríði); Høgni E. Nielsen, Sølvi Egilsson;  Gilli Samuelsen, Janus S. Samuelsen, Jón K. Poulsen (Asbjørn); Ken Fagerberg (Hørður).

Eyka: Martin H. Dam, Martin Tavsen, Asbjørn Heðinsson, Hørður Egilsson. Fríði S. Joensen 





Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1