07 Vestur styrkir miðverjuna við leikara úr Svøríki

07 Vestur hevur ídag gjørt sátmála við miðverjuleikara, og er talan um 27 ára gamla svenskaran Petter Bjӧrlund frá Ljungskile í Superettan.

Petter hevur sín fótbóltsuppruna í IFK Gӧteborg og, umvegis Vestra Frӧlunda, er hann endaður í Ljungskile, har hann hevur leikt síðani 2012.

Petter hevur verið fastur fúsur í miðverjuni hjá Ljungskile og hevur leikt 95 dystir fyri felagið. Komandi ár verður tað so í 07 Vestur-búnanum, og í Effo deildini, at Petter kemur at gera seg galdandi.

Petter verður lýstur sum ein sterk og skjót verjukempa, ið gongur á odda saman við sínum viðleikarum. Petter kemur til Sørvágs í januar mánaði.

07 Vestur ynskir Petter vælkomnan til felagið.





Komandi dystir

  1. deild m. 07V-EBS kl. 16.00 

  2. deild m. FCH-07V kl. 16.00

  3. deild m. 07V-ÍF kl. 12.30



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 18 16 38
Víkingur II 18 20 37
07 Vestur 18 15 35
KÍ II 17 18 32
B68 18 -6 21
B71 16 -10 19
B36 II 18 -10 18
Skála II 18 -8 16
HB II 18 -11 13
EB/Streymur II 18 -22 12

Málskjúttar

Solomon Kwao 8
Niels Mouritsen 6
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Høgni E. Nielsen 3
Hørður Egilsson 3
Ragnar Weihe 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðnsson 1
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1
Tór-Ingar Akselsen 1