07 Vestur styrkt um defensiva miðvøllin

At 07 Vestur meinar tað í álvara, tá sagt verður, at ætlanin er ikki at flyta niður aftur í næstfremstu deildina, mann vera lítil at ivast í. Nevndin hevur, síðani uppflytingin gjørdist viss, arbeitt við at fyrireika komandi kappingarár, og nú byrjar at líkjast.

Greitt varð beinavegin, at neyðugt varð við styrki. Hóast nógv og gott fólk í yngru deildunum, er felagið enn ikki ment at stilla við, bert, egnum fólki, um vit skulu gera okkum galdandi millum tey fremstu. Nevndin kom ásamt um, at sum uppflytari varð best at binda um heilan fingur og tá kemst ikki uttanum verjukenda plássið mitt á miðjuni. Ymiskir møguleikar vórðu vendir, og nú er komið til eina niðurstøðu.

Nýggi maðurin er ikki ókendur í fremstu føroysku deildini. Talan er um Evrard Ble, sum kom til VB/Sumba í 2005. Í 2007 flutti Ble, sum hann vanliga verður nevndur, til AB og í 2011 til Víking.

Evrard Ble, sum verður 31 í komandi ár, var eitt skifti hjá donsku AAB, áðrenn hann kom til Føroya, úr Fílabeinsstrondini har hann traðkaði fyrst fótbóltsfetini. Upprunaliga spældi hann frammaliga á miðjuni, men var umskúlaður til verjukenda plássið, har hann hevur roynst millum teir allarbestu her heima.

Eins og Gango, sum fyrr í vikuni skrivaði undir sáttmála við 07 Vestur, hevur Ble drúgvar royndir á fótbóltssvørinum. Hann hevur leikt 161 dystir í fremstu deildini, 19 í steypakappingini og 2 í UEFA League.

Vit ynskja Ble vælkomnum vesturum.





Eykaaðalfundur sunnudagin 1/3-20

Lýst verður til eykaaðalfund sunnudagin 1/3 kl. 17.00 í 07Vestur húsinum.

Skrá: 

1.Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar

2.Val av grannskoðara

3.Ymist

Nevndin

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1