07 Vestur nýggjan høvuðsvenjara

07 Vestur hevur í dag sett nýggjan høvuðsvenjara. Nýggi høvuðsvenjarin, Heðin Askham, kemur at røkja starvið sum høvuðsvenjari tað, sum eftir er av leikárinum og í 2021.

Heðin Askham hevur drúgvar royndir sum venjari, og vit meta, at hann hevur tær royndir og tann profil, sum skal til fyri at tryggja, at 07 Vestur er ímillum tey liðini, sum koma at leika Betri fótbólt komandi ár.

Tað er tí við sorgblídni, at felagið sigur farvæl við Julian Madsen, ið seinasta hálvt annað árið hevur lagt nógva orku í at venja 1. liðið, og sum við sínum blíða og vinsæla lyndi verið væl dámdur av leikarum og nevnd. Málið hjá 07 Vestur er at vinna sær uppflyting í Betri-deildina í ár og við tað, at Julian ikki hevur neyðug venjaraloyvi at standa á odda fyri einum Betri-liði, metir nevndin tað tí skilabest at gera broytingar í venjaratoyminum nú, soleiðis at komandi høvuðsvenjarin vónandi kann flyta upp saman við liðnum.

Vit vilja takka Julian hjartaliga fyri tíðina hjá 07 Vestur, og ynskja honum blíðan byr framyvir.
 

Nevndin





Komandi dystir 

1. deild menn
27. okt. 07 Vestur - AB



Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
NSÍ II 25 38 50
Víkingur II 24 26 49
07 Vestur 23 15 42
B68 24 17 40
HB II 24 -15 33
B71 24 8 32
KÍ II 24 -5 31
B36 II 24 -14 28
AB II 24 -17 22
FC Hoyvík 24 -53 10

Málskjúttar

Tór-Ingar Akselsen 8
Predrag Jeremic 7
Eiler Fróðason 5
Dann Fróðason 4
Martin Tausen 4
Gilli Samuelsen 3
Teitur Olsen 3
Jógvan Petersen 2
Ragnar Weihe 2
Zoran Vujovic 2
Jóannis á Steig 1
Karl Weihe 1
Marjus Nielsen 1
Solomon Kwao 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
AB/B71 12 54 30
07 Vestur 12 14 23
HB 12 5 21
ÍF/Víkingur/B68 12 -9 16
TB/FCS/Royn 12 -9 13
AB 12 -17 9
12 -38 8

Málskjúttar

Margit M. Kwao 6
Julia Niclasen 5
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Eyðvør T. Poulsen 2
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Ruth Albinsdóttir 2
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Kristina Nattestad 1
Mona S. Poulsen 1
Sjálvmál 1