07Vestur søkir nýggjan høvuðsungdómsvenjara.

 

Av tí at høvuðsungdómsvenjari okkara hevur valt at royna aðrar leiðir søkir fótbóltsfelagið 07Vestur eftir nýggum høvuðsungdómsvenjara at byrja skjótast gjørligt.

Um felagið:
07Vestur er eitt felag í stórari menning, við liðum í øllum aldursbólkum og báðum kynum.
Fleiri venjarar og hjálparfólk eru rundanum øll liðini.
07Vestur hevur skipaða fótbóltsvenjing inni og úti alt árið.

07Vestur er grundfest í Vesturøkinum, og vant verður í Sørvági og Sandavági

Arbeiðsuppgávur:
Uppgávan hjá høvuðsungdómsvenjaranum er, í samstarvi við ungdómsnevndina, venjarar og sjálvboðin
- At standa á odda fyri arbeiðinum hjá
virknu barna- og ungdómsdeild okkara, framhaldandi at bjóða øllum børnum og ungum, gentum og dreingjum eitt áhugavert, mennandi og hóskandi fótbóltstilboð.
- At verða við til at leggja til rættis ungdómsvenjingarnar,
at tryggja góðskuna, og at hesar fylgja leistinum hjá felagnum.
- At vegleiða venjarunum í felagnum
- At standa fyri venjingum á vølli og í høll í øllum vesturøkinum og norðurstreymoy.
- Samskifta við feløg, FSF og onnur, og samskipa uppgávurnar í felagnum.

Førleikakrøv
Vit ynskja ein venjara við royndum og í minsta lag UEFA B - venjaraútbúgving, men eisini ein ið hevur hug, hegni og orku at styrkja ungdómsdeildina fótbóltsfakliga og arbeiða við felagsskapinum.
Nakað av skrivstovu uppgávum fylgja við starvinum, og vænta vit at tann ið settur verður er skipaður, og eisini leggur nakað eftir sær til komandi venjarar at brúka í víðari menningini av felagnum.

Starvið er fulltíðarstarv, og løn og arbeiðstíðir eftir avtalu.

Ynskir tú at vita meir um starvið kanst tú ringja til ungdómsnevndina 238080 ella 533000


Umsóknir við prógvi og viðmælum skulu sendast til
07vestur@07vestur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17. Mai 2019





Komandi dystir

27. apríl

1. Deild: B36- 07V,      kl. 17.00 

2. Deild: Undrið- 07V, kl. 15.45  

3. Deild: Royn-07V      kl.  



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 4 12 10
Víkingur II 4 9 10
07 Vestur 4 6 10
NSÍ II 4 -3 6
B68 4 -1 5
Skála II 4 0 4
B71 4 -8 4
HB II 4 -2 3
EB/Streymur II 4 -4 1
B36 II 4 -9 1

Málskjúttar

Solomon Kwao 2
Eirikur Ellendersen 1
Heri Kjærbo 1
Hørður Egilsson 1
Ragnar Weihe 1